Hósdagin 11. september 2014 boðaði Fiskimálaráðið frá, at onnur skip kunnu fiska av kvotunum, sum upprunaliga eru latnar línuskipum, útróðrarbátum, garnaskipum o.ø. (tilsamans 2.800 tons), og av teimum 6.500 tonsunum, sum vóru sett av at brúka í samráðingum við onnur lond.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú gjørt av, at treyt fyri at fáa loyvi at fiska av nevndu kvotum er, at kvotan hjá bólkinum, sum fiskifarið er í sambært § 4-12 í kunngerð nr. 84 frá 4. juli 2014, er fiskað.
Tey, ið ætla at fiska av hesum kvotum, skulu søkja VØRN – Fiskiveiðieftirlitið – um fiskiloyvi.
Sí nærri á www.vorn.fo.