Broyting í skipanini í fiskiskapinum hjá ídnaðarskipum eftir makreli í 2017
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli í 2017, so at hámarkið hjá hvørjum ídnaðarskipi verður tikið burtur.
Í makrelkunngerðini eru 11.212 tons av makreli sett av til ídnaðarskipini. Fiskiskapurin er skipaður við felagskvotu við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 3.083 tons.
Makrelkunngerðin sigur, at um líkindi eru fyri, at felagskvotan ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin við fráboðan gera av at broyta skipanina, so at hámarkið fyri hvørt skipið antin verður hækkað ella tikið burtur.
Við støði í veiðitølunum hjá Vørn verður mett, at líkindi ikki eru fyri, at felagskvotan hjá ídnaðarskipunum verður uppfiskað í ár.
Fiskimálaráðið hevur tí gjørt av at brúka heimildina í kunngerðini soleiðis, at hámørkini verða tikin burtur. Hetta verður serliga gjørt fyri, at sum mest verður fiskað av føroysku makrelkvotuni í 2017. Broytingin ber í sær, at øll ídnaðarskipini kunnu fiska av tí, ið er eftir av felagskvotuni í 2017.
Broytingin fær gildi frá og við 9. oktober 2017.