Broyting í skipanini av fiskiskapinum eftir norðhavssild í 2016
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir norðhavssild, so at nótaskip og ídnaðarskip nú kunnu fiska av kvotunum, ið upprunaliga vórðu settar av til hjáveiðu í øðrum fiskiskapi og til vísindaligar rannsóknir.
Í sildakunngerðini eru 2.000 tons sett av til hjáveiðu í m.a. makrelveiðu. Tølini vísa, at higartil eru fiskað góð 500 tons av hesi kvotu, og útlit eru ikki fyri, at kvotan fer av verða fullnýtt í ár. Tey 500 tonsini, ið eru sett av til vísindaligar kanningar, verða ikki brúkt í ár.
Sildakunngerðin sigur, at um líkindi eru fyri, at kvotur ikki verða brúktar, kann landsstýrismaðurin loyva nótaskipum og ídnaðarskipum at fiska av kvotunum.
Broytingin ber í sær, at nótaskip og ídnaðarskip kunnu fiska 1.800 tons av norðhavssild afturat. Kvotan verður býtt millum skipabólkarnar eftir vanliga leistinum.
Tey, ið ætla at fiska av hesum kvotum, skulu søkja Vørn – Fiskiveiðieftirlitið – um fiskiloyvi.
Sí nærri á www.vorn.fo.