17.01.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Broyting í leiðslubygnaði á MRCC/Th. Radio

Stjórin á MRCC/Th. Radio, Robert J. Olsen, sum seinastu árini hevur myndað leiðsluna á stovninum, hevur sagt seg úr starvi frá 17. januar 2012 at rokna.
 
Fiskimálaráðið hevur tískil tikið avgerð um, at Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovni Føroya, fyribils tekur yvir starvið hjá Robert Olsen. Hetta merkir, at frá í dag, 17. januar 2012, og eina tíð frameftir, er Henrik Weihe Joensen stjóri fyri báðar stovnarnar á Tinghúsvegi 64, tað merkir MRCC/Th. Radio og Tilbúgvingarstovnin.
 
Jens Julian Reinert heldur áfram sum varaleiðari á MRCC/Th. Radio.
 
Fiskimálaráðið fer í nærmastu framtíð at viðgera leiðslubygnaðin við atliti at eini endaligari loysn.