31.10.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Broyting í kunngerðini um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. er nú lýst

Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta friðingina av smáfiskaleiðum soleiðis, at leiðin á Mýlingsgrunninum verður latin uppaftur.
 
Fyrr í ár vórðu leiðirnar inni við land friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu. Samstundis vórðu ein leið eystur úr Fugloynni og ein leið á Mýlingsgrunninum friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
Í september varð kunngerðin broytt, so at ein leið afturat vestur úr Mykinesi eisini varð friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
 
Kunngerðin er nú broytt soleiðis, at friðingin á Mýlingsgrunninum er strikað.
 
Kort, sum vísa leiðirnar, síggjast á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum www.fve.fo
Upprunaliga kunngerðin og kunngerðarbroytingarnar kunnu heintast her: