Suka K. Frederiksen, grønlendskur ráðharri í sjálvstýri, náttúru, umhvørvi og landbúnaði, hevur verið í Føroyum til tess at leita sær íblástur.
Grønlendski ráðharrin sigur, at “vit eru á eini søguligari og serstakari ferð fram ímóti fullum sjálvstýri. Tað hevði eg høvi at skifta orð um við tann roynda sjálvstýris undangongumannin Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra. Tað var ein hugvekjandi fundur, har vit skiftu orð um stevnumið og virksemi um at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð.”
“Tað er hugaligt at síggja, at Grønland er á veg fram ímóti fullveldi, sum eg hevði møguleika at umrøða við Suka K. Frederiksen, grønlendska ráðharran í sjálvstýri, náttúru, umhvørvi og landbúnaði í gjár. Tað gleðir meg almikið.” sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri.
Føroyar og Grønland hava nógv til felags og stórt gagn og gleði av hvørjum øðrum. Londini bæði eru sterk saman, og á mongum økjum kunnu tey hjálpa hvørt øðrum. Vit liva av og við náttúruni.
(Felags tíðindabræv frá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og Suka K. Frederiksen, grønlendskum ráðharra í sjálvstýri, náttúru, umhvørvi og landbúnaði)