26.09.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Bólkur 3, línuskip, verður undantikin sonevndu rúmmetur-regluni

Ásetingin í kunngerð viðvíkjandi útskifting av skipum í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, verður nú broytt í sambandi við, tá veiðiloyvi verður flutt millum skip í hesum bólki.
 
Treytin í verandi mannagongd fyri, at skip í hesum bólki kann skiftast út er, at nýggja skipið ikki er størri enn skipið, tað verður skift út við. Hetta verður gjørt við støði í mátunum: Longd (L) x Breidd (B) x Dýpi (D), t.e. sonevnda “rúmmetur-reglan”.
 
Henda mannagongd verður nú broytt soleiðis, at bólkur 3, línuskip, verður undantikin rúmmetur-regluni.
 
Grundgevingarnar fyri nevndu broyting eru millum annað:
 
1.     Ísfiskalínuflotin er gamal og hevur tørv á menning tøkniliga, men eisini á annan hátt, soleiðis at pláss til manningarrúm og dekspláss annars verður størri.
2.     Størri dekspláss gevur betri møguleikar fyri betri gagnnýtslu av veiðuni, soleiðis at góðskan kann gerast betur, eins og at allar hjávørur somuleiðis kunnu koma til høldar.
3.     Størri dekspláss gevur eisini møguleikar fyri virðisøking, antin við atliti at, at veiðan kann frystast umborð eins og, at hon heilt ella lutvíst kann framleiðast umborð.
4.     Samanumtikið geva størri dekspláss og betri manningarrúm grundarlag fyri eini meira kappingarførari vinnu.
 
Samanumtikið verður mett, at núverandi áseting um flytan av veiðiloyvum er forðandi fyri menning av nevnda parti av ísfiskaflotanum. Samstundis verður spurningur settur við, um mannagongdin (LongdxBreiddxDýpi) hevur nakað endamál við atliti at stýring av fiskiorkuni júst fyri nevnda høvuðsbólk, bólkur 3, í fiskidagaskipanini.
 
Ein arbeiðsbólkur og Fiskivinnuráðið hava gjørt viðmerkingar til ætlaðu broytingina við støði í m.a., um nevnda broyting kann setast í verk, samstundis sum tryggjað verður, at fiskiorkan ikki økist, og um mett verður, at broytingin førir til øking í fiskiorkuni, kann tá í hesum føri vísast til møguleikar, ið tryggja, at møguliga økingin verður nullstillað.
 
Við støði í hagtølum ber ikki til at siga, at samanhangur er millum rúmmát og veiðu pr. dag hjá línuskipum.
 
Í skrivi frá arbeiðsbólkinum, dagfest 22. september vísir arbeiðsbólkurin m.a. á, at “... at ætlaða broytingin ikki hevur ávirkan á reellu fiskiorkuna í bólki 3. Soleiðis sum tølini vísa, at støðan er í bólkinum í dag, kann broytingin setast í verk uttan øking í reellu fiskiorkuni. Arbeiðsbólkurin tekur tó fyrivarni fyri møguligum tøkniligum lopum innan línufiskiskap, sum kunnu hava ávirkan á reellu fiskiorkuna...”. Samstundis mælti arbeiðsbólkurin til eftirmeting. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at “Vísir eftirmetingin ... at reella fiskiorkan í bólki 3 er økt, so er møguleiki t.d. við lóg at tillaga ásetta fiskidagatalið samsvarandi økingini í reellu fiskiorkuni.”
 
Fiskivinnuráðið hevði m.a. hesar viðmerkingar:
 
“...Tilfarið, sum er lagt fram í málinum, bendir ikki á, at veiðievnið í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, økist, tá fiskiorkan (støddin) økist. Fiskivinnuráðið metir tó, at hesi hagtøl skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí partur av línuflotanum er gamal og niðurslitin, og í stødd (BT) er flotin rættiliga homogenur, og einki dømi er í hagtalsgrundarlagnum um heilt stór línuskip (700-800 BT).
 
Við hesum fyrivarni metir Fiskivinnuráðið ikki, at nakað er, sum bendir á, at ætlaða broytingin økir um veiðievnið í bólki 3.
 
Fiskivinnuráðið mælir í hesum sambandi til, at broytingin verður eftirmett, og tekur í hesum sambandi undir við tilmælinum frá arbeiðsbólkinum til Fiskimálaráðið, dagfest 22. september 2011.
 
Fiskivinnuráðið leggur tó afturat, at veiðievnið hjá bólki 3 er beinleiðis tengt at tali av húkum, sum einstaka skipið klárar at draga pr. samdøgur. Sum støðan er, metir Fiskivinnuráðið ikki, at neyðugt er at inndraga tal av húkum í reguleringini av bólki 3. Fiskimálaráðið eigur í sambandi við eftirmetingina at útvega sær neyðuga hagtalsgrundarlagið viðvíkjandi húkatali í bólki 3. Um eftirmetingin vísir eina øking í veiðievninum í línuflotanum, so eigur Fiskimálaráðið tá at gera møguligar reguleringar innan veiðievnið, saman við lógarásetta fiskidagatalinum...”
 
Við støði í m.a. viðmerkingunum frá ávikavist arbeiðsbólkinum og Fiskivinnuráðnum, verður broytingin sett í verk við broyting í kunngerð um fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri.
 
Broytingin merkir m.a., at fiskifør í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, kunnu skifta skip út við størri skip.”