Bláur tilfeingisbúskapur og norðurlendskt fiskivinnusamstarv á breddan í Brússel
Týsdagin 24. mars setur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður áhugavert seminar um bláan tilfeingisbúskap í Brússel. Tiltakið er partur av ársætlanini hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015, har Føroyar hava formansskapin.
Á seminarinum verða møguleikar fyri samstarvi millum norðurlond og ES, um bláan tilfeingisbúskap, umrøddir. Fleiri norðurlendskir serfrøðingar leggja fram um hvørjar styrkir norðurlond hava í menning av fiskivinnu og alivinnu.
Tiltakið er ætlað limum í ES-parlamentinum og øðrum áhugaðum í bláa tilfeingisbúskapinum.
Tað er føroyska sendistovan í Brússel, sum saman við formannskapinum skipar fyri tiltakinum.
Her er leinkja til skránna, eisini ber at lesa meira um tiltakið. http://us2.campaign-archive1.com/?u=be7dce923a16e67fb032516de&id=45100af3bd&e=615c50d200