17.12.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Avtalan við ES um veiðiváttan fyri útflutning av fiski undirskrivað

Føroyar og ES undirskrivaðu í gjár endaligu avtaluna í sambandi við, at veiðiváttan skal fylgja við øllum føroyskum fiski, ið fer á ES-marknaðin.
 
 
Hendan avtalan er enn eitt íkast í arbeiðið at basa ólógligum fiskiskapi á heimshøvunum og at forða fyri, at ólógliga veiddur fiskur kemur á marknaðin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Føroyar eiga, sum fiskivinnutjóð, at vera við í øllum slíkum tiltøkum.  
 
 
Veiðiváttanin er eitt krav frá ES, men Fiskimálaráðið hevur samráðst seg til eina skipan, sum í mest møguligan mun er lagað til føroysk viðurskifti og mannagongdir.
 
 
Fiskimálaráðið hevur verið í samband við vinnuna undir fyrireikingunum til nýggju skipanina, eins og kunnandi fundir hava verið fyri útflytarar og skip, sum flyta fisk á marknaðin í ES. Endamálið er at tryggja, at vanligi handilin við fiski til ES ikki verður óneyðuga darvaður, eftir at kravið um veiðiváttan kemur í gildi 1. januar 2010.
 
 
Jacob Vestergaard væntar, at fyrstu tíðina verður meiri pappírsarbeiði hjá útflytarunum. Fiskimálaráðið fer at virka fyri, at vit skjótast gjørligt fáa eina sjálvvirkandi elektroniska loysn, sum um alnetið kann útskriva og góðkenna føroysku veiðiváttanina.
 
 
Tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum umsitur og góðkennir føroysku veiðiváttanirnar.
 
 
Avtalan kann lesast her
 
Framløga um skipanina frá 15. desember 2009 kann lesast her