Fiskimálaráðið og Fiskirannsóknarstovan hava skrivað undir avrikssáttmála fyri 2009.
Sáttmálin orðar visjón og missjón fyri Fiskirannsóknarstovuna, og verður endamálið við framhaldandi virkseminum lýst.
Harnæst staðfestir sáttmálin, hvørji øki stovnurin serstakliga leggur dent á í 2009.
Átøkini í 2009 vera millum annað:
- Gera kanningar viðvíkjandi makreli í føroyskum sjógvi
- Fáa til vega størri vitan um sambandið millum sølt og æti á landgrunninum og á opnum havi
- Umskipa dátugrunn, soleiðis at tilfarið við fiskiprøvum verður skipað betur
- Betra um alt hagtalstilfar, soleiðis at hetta kann koma til størsta gagn hjá stovninum
- Samskifta gott við almenningin
- Leggja mannagongdirnar viðvíkjandi royndarfiskiskapi í fastari legu