30.09.2020 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Avgerð tikin viðvíkjandi ískoytiskvotum 2020 sambært § 49, stk. 2 í sjófeingislógini

Avgerð tikin viðvíkjandi ískoytiskvotum 2020 sambært § 49, stk. 2 í sjófeingislógini

Tann 10. juli 2020 varð alment lýst eftir umsóknum millum annað til kvotu fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari; “ískoytiskvotu”. Seinasta freist at søkja var 10. august 2020.

16 umsóknir komu inn til ískoytiskvotur. Sambært lógini kann í 2020, av kvotunum av norðhavssild og makreli, setast ávís nøgd av fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari. Landsstýrismaðurin hevur í kunngerð ásett nøgdirnar at vera 2.840 tons av makreli og 5.397 tons av norðhavssild, sbr. § 5 í kunngerð nr. 118 frá 10. juli 2020 um kvotur av makreli og norðhavssild til vinnuligar royndir.

Í september 2020 fekk landsstýrismaðurin handað tilmæli frá umsitingini um, hvørjar umsóknir skulu fáa tilsøgn, eins og hvussu nógv tons hvør umsøkjari fær tillutað av hvørjum fiskaslagi.

Avgerðin hjá landsstýrismanninum fylgir tilmælinum í høvuðsheitum. Øll skipini, sum fáa tillutað ískoytiskvotu, og eru virkin í uppsjóvarvinnu eina, fáa tillutað eins stóra nøgd. Mett verður, at virkisøki teirra er á líknandi støði, og rættast er at leggja somu niðurstøðu fyri hesi skip hvat tørvi á ískoytiskvotu viðvíkur.

Tvey skip, ið eru fevnd at avgerðini um tilsøgn, kunnu hava rímiliga støðugan fiskiskap eftir botnfiski við Føroyar. Umframt fiskidagar hava hesi skip eisini gulllaksakvotu, ið tryggjar støðugan rakstur í fleiri mánaðir um árið. Tí er avgerð tikin um at lata hesum skipunum minni ískoytiskvotu enn hinum. Annað av hesum skipunum søkti ikki um kvotu av norðhavssild.

Við grundarlagi í viðgerð av innkomnum umsóknum er avgerð tikin um at lata hesum 7 skipum ískoytiskvotu:

Skip

Makrelur í tonsum

Norðhavssild í tonsum

Jupiter

490

990

Arctic Voyager

490

990

Fram

490

990

Vesturbúgvin

195

447

Eysturbúgvin

195

0

Katrin Johanna

490

990

Hoyvík

490

990

Tons tilsamans

2.840

5.397