24.11.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ársfundurin hjá NEAFC 2016

Ársfundurin hjá NEAFC 2016

35. ársfundurin hjá NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) varð hildin í London í døgunum 14. til 18. november 2016. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG). Limalondini í NEAFC umframt DFG eru ES, Ísland, Noreg og Russland.

Semja var um samtyktir viðvíkjandi teimum trimum stóru ferðandi fiskastovnunum í Norðuratlantshavi, sum eru svartkjaftur, makrelur og norðhavssild. Fyri svartkjaft og norðhavssild er talan í høvuðsheitum um samtyktir, ið áseta eina heildarkvotu uttan at greina býtið millum londini, meðan samtyktin fyri makrel í høvuðsheitum ásetir eina skyldu at boða frá, hvussu fiskiskapurin verður skipaður hjá teimum einstøku londunum.

Seinastu mongu árini hevur semja ikki verið millum londini, ið fiska kongafisk í Irminerhavinum. Nýggjasta ráðgevingin frá ICES er, at eingin beinleiðis fiskiskapur skal vera komandi tvey árini. Russland hevur eina aðra fatan av støðuni í stovninum og hevur ásett sær egna kvotu í Irmingerhavinum undanfarin ár. Ísland skeyt upp at steðga fiskiskapinum í 2017 og 2018, men nóg stór undirtøka var ikki fyri uppskotinum. Undirtøka var tó fyri einum uppskoti, har heildarkvotan av kongafiski í Irmingerhavinum komandi ár verður 7.500 tons tilsamans, sum er ein lækking uppá 1.000 tons samanborið við 2016. Av hesum eiga Føroyar góð 500 tons. Russland tók ikki undir við uppskotinum fyri 2017.

Eingin semja var um kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri. Her er ósemjan millum Russland og Noreg øðrumegin og Føroyar/Grønland og ES hinumegin. Tvey uppskot vórðu løgd fyri ársfundin, men hvørki fekk nøktandi undirtøku.

Føroyar hava seinastu mongu árini havt ein avmarkaðan fiskiskap eftir búrfiski í altjóða sjógvi, og DFG legði fram uppskot um at skipa hendan fiskiskapin eftir NEAFC samtykt. Samstundis legði ES uppskot fram um at steðga fiskiskapinum eftir hesum fiskaslagi í altjóða sjógvi. Hvørki uppskot vann frama. Fiskiskapurin eftir búrfiski er tó fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja var um at leingja fyri 2017.

Eitt av høvuðsmálunum hjá NEAFC í fjør var at seta arbeiðsbólkar at orða felags leiðreglur fyri strandarlandasamráðingar og at orða eitt felags grundarlag fyri býtisatlit, tá ferðandi fiskastovnar skulu býtast millum fleiri lond. Ársfundurin samtykti, at arbeiðsbólkarnir skulu halda áfram við sínum virksemi í 2017.

Formansskapurin í NEAFC skiftir eftir tørni millum limalondini, og í ár skuldi nýggjur forseti veljast fyri Johan Williams úr Noregi, sum hevur sitið sum forseti seinastu fýra árini. Jacques Verborgh, ið starvast í Europeisku Kommissiónini, varð á ársfundinum valdur til nýggjan forseta fyri NEAFC. DFG eigur varaforsetan komandi tvey árini, og Janet S. Nørregaard, ið starvast í Fiskimálaráðnum, varð vald sum varaforseti.

Nýggjur aðalskrivari varð eisini settur á ársfundinum. Dr. Darius Campbell varð settur í hetta starv, og hann starvast í løtuni sum aðalskrivari hjá felagsskapinum OSPAR. Hann tekur við starvinum á sumri 2017. Áki Johansen, sendimaður Føroya í London, varð valdur til formann í fíggjar- og umsitingarnevndini hjá NEAFC, og hann tók við sessinum á ársfundinum.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið hevði leiðsluna fyri samráðingarnevndina hjá DFG, Fiskimálaráðið, Havstovuna og Vørn.