15.11.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ársfundur í NEAFC

Í døgunum 8. til 12. november 2010 var 29. ársfundurin í NEAFC, sum er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
 
Málini, ið vera viðgjørd á ársfundinum, snúgva seg fyri tað mesta um skipan av fiskiskapinum eftir fiskastovnum, sum eru, ella ferðast í altjóða sjógv á okkara leiðum. 
 
Høvuðsmálini og niðurstøðurnar á ársfundinum í NEAFC í farnu viku vóru:
 
·        Við støði í avtalunum millum strandarlondini um svartkjaft og norðhavssild  samtykti fundurin reguleringar fyri fiskiskapin eftir hesum fiskastovnum í altjóða sjógvi í 2011.
 
·        Av tí at eingin semja er millum strandarlondini um makrel, bar heldur ikki til at gera nakra semju í NEAFC um fiskiskapin eftir makreli í altjóða sjógvi. Makrelsamráðingar verða aftur í Oslo síðst í november.
 
·        Viðvíkjandi pelagiskum kongafiski í Irmingarhavinum var gjørt av at venda aftur til málið á einum serligum fundi, sum verður um miðjan januar 2011. Fiskiskapur er ikki loyvdur fram til 1. apríl 2011.
 
·        NEAFC ársfundurin gjørdi av, at frá 1. sept. til 30. nov. 2011 er loyvt at fiska 7.900 tons av pelagiskum kongafiski í altjóða sjógvi norðanfyri. Hetta eru 700 tons minni enn í fjør.  
 
·        Føroysk skip kunnu eisini í 2011 fiska upp til 150 tons av búrfiski í altjóða sjógvi sunnanfyri.
 
·        Á ársfundinum varð samtykt at banna allari beinleiðis veiðu eftir hemara og hávi í altjóða sjógvi í 2011. Semja var eisini um ikki at loyva beinleiðis veiðu eftir brugdu á øllum leiðum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2011.
 
·        Ársfundurin viðgjørdi eisini fíggjar- og umsitingarmál, eftirlitsmál og samstarv við aðrar økisfelagsskapir. Her er m.a. talan um at fáa tættari samstarv við OSPAR - sum er havverndarfelagsskapurin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.
 
·        Kjartan Hoydal, sum hevur verið skrivari í NEAFC seinastu tíggju árini, fer úr starvinum komandi summar. Á ársfundinum var gjørt av at seta Stefán Ásmundsson í starv sum nýggjan skrivara í NEAFC. Stefán hevur framman undan verið skrivstovustjóri í íslendska fiskivinnu- og landbúnaðarráðnum.
 
Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG).
 
Limalondini í NEAFC eru umframt Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg og Russland.