10.06.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Árligi NAFMC fundurin liðugur

Mikudagin og hósdagin var Johan Dahl, landsstýrismaður, vertur fyri árliga fundinum millum fiskimálaráðharrar, ella umboð teirra, úr Kanada, Íslandi, Grønlandi, Noreg, Russlandi og ES.
 
Høvuðsumrøðuevnið á fundinum var millumlanda samstarv og burðardygg fiskiveiðiumsiting í Norðuratlantshavi - bæði hjá hvørjum landi sær og í millumlanda høpi. Fundurin ásannaði týdningin, sum semjur um kvotabýti hava at tryggja áhaldandi burðardygga umsiting av felags fiskastovnum. Í tí sambandi endurtóku londini, sum hava luttikið í strandarlandasamráðingunum um makrel, teirra vilja at samráðast um eina loysn á hesum máli skjótast gjørligt.
 
Fundarskjalið kann lesast her.