Ársfundurin hjá NAFO (Nevndin fyri fiskivinnusamstarv í útnyrðingspartinum av Norðuratlantshavinum) endaði 28. september í Lissabon, Portugal við semju um dagføring av NAFO sáttmálanum, tiltøk fyri umsiting av fiskastovnum í altjóða sjógvi í NAFO økinum, umframt samstarv um eftirlit og eina avgerð um at steingja eina leið sunnanfyri á Grand Bank fyri fiskiskapi við botnreiðskapi til tess at verja eitt koralløki.
- Rækjufiskiskapur í NAFO økjum 3L og 3M (Grand Banks og Flemish Kap)
Sum kunnugt hava Føroyar tey seinastu árini mótmælt býti av rækjum millum limalondini í NAFO, tí hetta tekur hvørki atlit at søguligum fiskiskapi ella veruligum áhuga at fiska rækjur. Tískil hava Føroyar sett sær egnu kvotu sambært NAFO reglum, við støði í samtyktu heildarkvotuni. Í 2007 hevur heildarkvotan verið 22.000 tons, harav Føroyar hava sett egna kvotu á 2.274 tons.
Á ársfundinum í Lissabon gjørdu Føroyar og Grønland í felag aftur vart við misnøgdina um hesa skipanina, umframt at tala at, at Kanada framvegis heldur sínar havnir stongdar fyri føroyskum og grønlendskum skipum, orsakað av mótmælinum móti býti av rækjum í 3L. Víst varð á, at tiltakið hjá Kanada er við til at undirgrava samstarvið innan NAFO, har semja eigur at finnast millum øll limalondini. Fleiri limalond eru farin at ásanna, at tíðin er komin til at endurskoða býtið av rækjum í 3L.
ES skeyt upp at halda ein eykafund í apríl 2008 til tess at viðgera bæði býtið av rækjum í 3L umframt møguleikan fyri at gera eina kvotuskipan fyri rækjur á Flemish Kap (3M) í staðin fyri verandi dagaskipanina. Sum er, hava Føroyar 1.606 fiskidagar til fiskiskap eftir rækjum á Flemish Kap. Hendan skipan heldur fyribils áfram óbroytt í 2008.
Hóast breið undirtøka var millum limalondini fyri uppskoti um ein eykafund um rækjur, vístu Føroyar og Grønland tó á, at luttøka á einum slíkum fundi verður treytað av, at kanadisku havnirnar frammanundan verða latnar uppaftur.
Í meðan hevur NAFO fiskivinnunevndin samtykt, at verandi býtið av rækjum í 3L eisini heldur áfram í 2008. Mest loyvda veiðan fyri 2008 verður hækkað við 3.000 tonsum úr 22.000 tonsum í 25.000 tons, sum NAFO býtir javnt millum 11 lond í altjóða sjógvi (278 tons í part), meðan Kanada fær góð 83% av heildarkvotuni at fiska í egnum øki (20.824 tons). Føroyar og Grønland hava aftur í ár sum undanfarnu árini tikið fyrivarni fyri framhaldi av hesum býti.
- Svartkalvi og kongafiskur á Flemish Kap
Føroyar hava eina kvotu av svartkalva í NAFO økinum, sum í 2007 minkaði úr 238 tonsum niður í 206 tons sambært einari endurbyggingarætlan, sum í 2003 varð samtykt at vera galdandi til og við hetta árið. Heildarkvotan, og harvið eisini føroyska kvotan á 206 tons verða óbroyttar í 2008, tí grundarlagið undir stovnsmetingum verður viðgjørt aftur í NAFO vísinda nevndini komandi ár. Svartkalvastovnurin hevur ikki ment seg aftur so skjótt sum ætlanin var, m.a. orsakað av, at ávís ES limalond hava í størri mun yvirfiskað sínar kvotur síðani skipanin kom í gildi í 2004.
Føroyar hava eisini eina lítla kvotu á 69 tons av kongafiski á Flemish Kap (3M). Eingin endalig semja er innan NAFO um býtið av hesum kongafiski. Kvoturnar hjá teimum londum, sum eiga lut í fiskiskapinum eftir kongafiski eru tilsamans nógv meira enn ásetta heildarkvotan, sum fyri 2008 verður 8.500 tons. Skipanin hevur við sær, at fiskiskapurin verður steðgaður tá ið heildarkvotan er uppfiskað. Hetta hevur víst seg at vera ein forðing fyri føroysk skip at fiska sín lítla part. Í nýggjari átekning til hesa skipan hava Føroyar fingið undirtøku fyri, at londini, sum í løtuni bert hava kvotur á 69 tonsum sleppa at fiska hesar uttan mun til skipanina annars, tó uttan at skapa fyridømi fyri eitt framtíðar býti.
- Dagførdi NAFO sáttmálin
Samtyktu broytingarnar í NAFO sáttmálanum bera í sær, at felagsskapurin nú fær formliga heimild at viðgera fiskiskap í einum breiðari umhvørvisligum høpi, við atlit at vistskipan í havinum. Eisini eru gjørdar neyvari mannagongdir fyri at viðgera ósemjur um NAFO avgerðir. Føroyar hava lagt stóran dent á, at møguleikin hjá limalondum at mótmæla avgerðum verður varðveittur. Samstundis hava Føroyar lagt dent á, at NAFO sum millumtjóða felagsskapur, betri skal kunnu røkja sína skyldur at finna semju um umsitingartiltøk og skal taka atlit at áhugamálum hjá øllum limalondum.
Eftir uppskoti frá Føroyum og Grønlandi, letur dagførdi sáttmálin harafturat upp fyri, at aðrar eindir enn ríki kunnu gerast sáttmálapartar. Víst verður í hesum sambandi til viðkomandi greinir í ST havrættarsáttmálanum frá 1982 (§305, 1 c), d) og e)).
Ein nýggj skipan at rokna limagjaldið er eisini ein partur av semjuni um dagførda sáttmálan. Hetta hevur við sær at listin yvir fiskasløg, sum brúktur verður at rokna samlaða fiskiskapin hjá limalondunum verður dagførdur, samstundis sum eitt hámark á 12% verður sett fyri tey lond við fólkatali minni enn 300.000.
Innan limalondini boða formliga frá undirtøku síni fyri broytingunum, skulu dagføringar í sáttmálanum verða samtyktar eftir egnu innanríkis mannagongdum hjá hvørjum landi sær. Í Føroyum verða hesar lagdar fyri løgtingið til samtyktar.
................
Umboð fyri Føroyar á NAFO ársfundinum vóru Kate Sanderson (sendileiðari) og Ulla S. Wang, Fiskimálaráðið, Meinhard Gaardlykke og Martin Kruse, Fiskiveiðieftirlitið og Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip.
Í NAFO virka føroysk og grønlendsk umboð saman í einari sendinevnd undir navninum Denmark (in respect of the Faroe Islands and Greenland). Ministry of Fisheries and Maritime Affairs Heykavegur 6 • P.O. Box 347 • FO-110 Tórshavn • Faroe IslandsTel. (+298) 35 30 30 • Fax (+298) 35 30 35 • fisk@fisk.fo • www.fisk.fo