26.08.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Almenn fráboðan um uppboðssølu í 2016

Almenn fráboðan um uppboðssølu í 2016

Fyrr í summar varð kunngerðin um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum lýst.

Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski eru avgreiddar.

Hervið verður boðað frá, nær einstøku sølurnar av rættindum at veiða svartkjaft fara fram, og nær seinasta freist er at lata boð inn.

Uppboðssølan verður skipað í fýra umførum við opnari og afturlatnari uppboðssøla.

 

Opin uppboðssøla

Dagfestingin fyri opnu uppboðssøluna ásetur, nær sølan fer fram.

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:

  • Mánadagur  5. septembur:  Svartkjaftur, 5.000 tons
  • Mánadagur 12. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons

Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo

Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan søluni.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo  - telefon 41 41 41 ella fmf@fmf.fo

 

Afturlatin uppboðssøla

Dagfestingin fyri afturlatnu uppboðssøluna staðfestir seinastu freist at lata boð inn.

Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.

Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:

  • Hósdagur  8. septembur:   Svartkjaftur,  5.000 tons
  • Hósdagur 15. septembur:  Svartkjaftur,  5.000 tons

Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn, www.vorn.fo  - telefon 31 10 65 ella vorn@vorn.fo

Fiskimálaráðið,

  1. august  2016

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður.