28.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Á túrinum í Brússel hitti landsstýrismaðurin m.a. ES-kommiserin

Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum vitjaði í seinastu viku stóru fiskivinnumessuna, sum á hvørjum ári verður hildin í belgiska býnum Brússel. Messan er tann heilt stóri sýnisgluggin hjá framleiðarum úr havsins tilfeingi, og føroyingar vóru væl umboðaðir og væl skipaðir á einum bási sum lá ógvuliga árendur, skamt frá dyrnum í stóru høllini, har tað mesta av fólkinum kom til messuna.
 
Týskvøldið hevði Samvit skipað fyri einum haldi, har seljarar og keyparar hittust. Niclas og Lena spældu og sungu, Zacharias Heinesen og Heðin Kambsdal sýndu listaverk fram, og heitt var frammanundan á landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, um at siga nøkur orð. Røðan finst aðra staðni á heimasíðuni. Hópurin av fólki var samankomið, og Eik stuðlaði haldinum.
 
Mikudagin var vitjað á sjálvari messuni og tosað var við allar teir føroysku seljararnar, ið tóktust at trívast í hesum altjóða høpinum. Samlaði føroyski básurin smæddist heilt víst ikki burtur og undir slagorðinum á nýggja faldaranum hjá Fiski- og Tilfeingismálaráðnum: Faroe Islands fisheries & aquaculture – responsible management for a susteinable future, tóktist áhugin uttaneftir at vera stórur.
 
Hósmorgunin 24. apríl var fundur avráddur við maltesaran Joe Borge, sum er ES-kommiserur í fiskivinnumálum. Fundurin varð hildin inni á sjálvari ES-høvuðsborgini, og úr Føroyum luttóku landsstýrismaðurin Tórbjørn Jacobsen, aðalstjórin í ráðnum Rógvi Reinert og føroyski sendimaðurin í Brússel - Hákun Jógvansson umframt Hanna í Horni, sum starvast á sendistovuni. Fundurin vardi í slakan hálvanannan tíma og tosað varð um øll mál av felags áhuga partanna millum. Serligur dentur varð lagdur á NAFO-fundin í Montreal seinni í hesi vikuni, sum verður um rækjuveiðu á Flamingjagrunninum (3M) og í økinum uttanvert 200 fjórðinga fiskimarkið á Stórabanka suður úr Ný Funnalandi (3L). Landsstýrismaðurin nýtti høvið til at bjóða kommiserinum á almenna vitjan í Føroyum, og hesum tók hann sera væl ímóti, serliga tí, at hann ongantíð hevur verið í Føroyum áður. Væntandi verður vitjanin í mai mánaða komandi ár. Landsstýrismaðurin og aðalstjóri ráðsins komu heimaftur hóskvøldið við serflogfarinum, sum Atlantsflog hevði sett í beinleiðis flúgving ímillum Brússel og Vágar.