09.05.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
5 løgtingslógaruppskot frá Fiski- og Tilfeingismálaráðnum samtykt á Løgtingi í gjár
Av tí at verandi samgonga ikki fór til verka fyrrenn 4. februar í ár, gjørdist skotbráið fyri framløgu av málum á Tingi ógvuliga stutt hesa tingsetuna. Landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, legði tó fram á ting 5 løgtingslógaruppskot, og í gjár, 8. mai 2008, vóru tey endaliga samtykt av øllum tingfólkunum, sum vóru møtt á tingfundi.
Málini eru hesi:
- Tingmál nr. 143/2007: Broyting í løgtingslóg um manning av skipum. (Atkvøðugreiðsla: 32-0-0)
- Tingmál nr. 144/2007: Broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT). (Atkvøðugreiðsla: 32-0-0)
- Tingmál nr. 152/2007: Broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. (Atkvøðugreiðsla: 32-0-0)
- Tingmál nr. 157/2007: Broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum. (Atkvøðugreiðsla: 32-0-0)
- Tingmál nr. 171/2007: Løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. (Atkvøðugreiðsla: 31-0-0)
Tey, ið vilja kunna seg meira um innihaldið í viðtiknu uppskotunum hava møguleika fyri at leita inni á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi: www.logting.fo