
Lógir og kunngerðir
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum umsitur bjarging, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, landshavnir, landsvegir, inntøkutrygd fiskimanna, útoyggjastuðul og útjaðarastuðul, tyrlupallar, ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum og veðurtænastu. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum, sí fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar (grein 32)