Á landleiðini er tað forboðið við skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í fremmandum landi og fremmandum ríkisborgarum at røkja vinnuliga hvalaveiðu yvirhøvur, herundir at fáast við slíkt, ið stendur í samband við hvalaveiðu, so sum umskiping av veiðu, virking, pakking ella onnur handfaring av hvali ella hvalaúrdrátti, umskiping av útgerð ella ankring við tí í hyggju at taka lut í umskiping av hvali ella hvalaúrdrátti ella at taka inn útgerð.

Grind

Sýslumaðurin stílar fyri grindadrápi og hevur eftirlit við, at rakstur og dráp fara fram eftir reglunum, og skal hann, saman við grindaformonnunum, ansa eftir, at ein og hvør ger skyldu sína. Á hvørjum ári ger sýslumaðurin grindalistar, sum eru yvirlit yvir fólkatal í grindaumdøminum, og hvussu tað er býtt millum bátar ella aðra samskipan. Sýslumaðurin kann í samráð við hvørja einstaka kommunu gera av, hvussu grindalistin skal skipast, herundir um fólkayvirlitið í kommununi skal nýtast, ella onnur skipan gerast. Grindalistin skal liggja alment frammi.