North East Atlantic Fisheries Commission (NEAFC)

NEAFC er ein millumlanda felagsskapur, ið hevur til endamáls at mæla til skynsamar skipanir av fiskiskapinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Samtyktir hjá NEAFC viðvíkjandi ferðandi fiskastovnum taka vanliga støði í avtalum, ið frammanundan eru gjørdar millum strandarlondini, sum t.d fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft.

Um avvarðandi strandarlandið tekur undir við tí, kann NEAFC eisini samtykkja skipanir fyri økið innan fyri 200 markið (grein 6 í sáttmálanum). Føroyar luttaka í NEAFC í felag við Grøn­landi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.

Meira fæst at vita á www.neafc.org