Northwest Atlantic Fisheries Organization

NAFO er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Fyri Føroyar hevur skipan av fiskiskapi eftir rækjum í NAFO økjum 3L (Grand Bank) og 3M (Flemish Cap) serligan áhuga umframt fiskiveiðimøguleikar eftir svartkalva og kongafiski á NAFO leiðum.

Føroyar fiskaðu í mong ár tosk í 3M (Flemish Cap), men í fleiri ár var eingin fiskiskapur eftir toski í hesum øki. Í 2010 varð fiskiskapurin tó tikin uppaftur, og føroysk skip hava luttikið í fiskiskapinum eftir toski har. Føroyar luttaka í NAFO í felagi við Grøn­landi undir heitinumDenmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.

Lesa meira um NAFO á www.nafo.int