Limalondini í FAO samstarva um fiskivinnu í eini serligari fiskivinnunevnd, vanliga kallað COFI (Committee on Fisheries).

Í COFI savnast flest øll heimsins fiskivinnulond regluliga at viðgera felagsmál sum t.d. felags meginreglur fyri burðardyggan fiskiskap.

Gjøgnum fiskivinnusamstarvið hjá FAO eru leiðreglur fyri ábyrgdarfullan fiskiskap (Code of Conduct for responsible fishing) gjørdar og samtyktar (1995), við tilhoyrandi virkisætlanum um serstøk evni.

COFI heldur fund annaðhvørt ár í høvuðsbygninginum hjá FAO í Róm. COFI hevur eisini tvær sernevndir, har onnur fæst við spurningar viðvíkjandi handli við fiskavørum og hin við aling. Sernevndirnar fundast hvør sær annaðhvørt ár, tá COFI ikki hevur fund, og frásøgnir og tilmæli teirra verða viðgjørd í COFI.

Fiskivinnudeildin hjá FAO skipar eisini fyri serfundum og frágreiðingum viðvíkjandi fiskivinnu og aling eftir áheitan frá COFI, sum síðani verða viðgjørd aftur á COFI fundum. Harafturat ger fiskivinnudeildin hjá FAO annaðhvørt ár eina víðfevnda støðufrágreiðing um alheims fiskivinnu og aling (SOFIA - The State of World Fisheries and Aquaculture), sum verður løgd fram á COFI fundum.

Seinnu árini hevur dentur verið lagdur á at útgreina fiskivinnuumsiting við atliti at vistskipan, umframt spurningar viðvíkjandi t.d. djúpvatnsfiskiskapi, havfriðingarøkjum o.t. Í 2005 samtykti COFI leiðreglur fyri umhvørvismerking av fiskavørum. Endamálið við hesum er at tryggja, at øll, sum søkja um umhvørvismerki, verða viðfarin á sama hátt, og at tann, sum hevur umhvørvismerki, selur fisk, ið er framleiddur á burðardyggum grundarlagi. Somuleiðis eiga reglurnar at tryggja, at eingin kappingaravlaging, sum kann vera við til at skeikla kappingina millum lond á altjóða marknaðinum, fer fram.

Í COFI verður stórur dentur eisini lagdur á tær serligu avbjóðingar, sum fátøk og ofta fjarskotin fiskivinnusamfeløg hava í samband við at menna burðardyggan fiskiskap. FAO ger sum heild eitt stórt arbeiði at vegleiða um og samskipa menningarhjálp á fiskivinnuøkinum til tess at basa fátækradømi og økja um matvørutrygd í menningarlondum.

Seinastu árini er ofta tikið fram, at COFI/FAO eigur at styrkja sín leiklut í øðrum altjóða sambondum, har fiskiskapur er til viðgerðar, m.a. á ST aðalfundum, har tørvur er á at tryggja, at rætti serkunnleikin er tøkur og at týdningurin, sum fiskiskapur hevur sum matvøruframleiðandi vinnugrein, ikki verður gloymdur.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá FAO (Fisheries Department): www.fao.org/fishery.