- Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2023 (850 tons)
Í kunngerð nr. 166 frá 20. december 2022 um veiðu eftir makreli í 2023 er ásett, at 850 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2023.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, og í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 16.00 fríggjadagin 16. juni 2023.
Umsóknarblað fæst her.
Kunngerð nr. 166 frá 20. december 2022 um veiðu eftir makreli í 2023 sæst við at trýsta her.
Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.
- Vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2023 (1300 tons)Í kunngerð nr. 165 frá 20. december 2022 um veiðu eftir sild í 2023 er ásett, at 1.300 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2023.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 16.00 fríggjadagin 2. juni 2023.
Umsóknarblað fæst her.
Kunngerð nr. 165 frá 20. december 2022 um veiðu eftir norðhavssild í 2023 sæst við at trýsta her.
Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.
- Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2023 (7000 tons)
Í kunngerð nr. 162 frá 19. december 2022 um veiðu eftir svartkjafti fyri 2023 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2023.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 20. januar 2023.
Umsóknarblað fæst her.
Kunngerð nr. 162 frá 19. december 2022 um veiðu eftir svartkjafti fyri 2023 sæst við at trýsta her.