Um royndarfiskiskap - broyting februar 2020
Samsvarandi §§ 34,50 og 64 í lóg um fyrisiting av sjófeingi kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap.
Landsstýrismaðurin hevur í nýggjari kunngerð nr. 8 frá 11. feb. 2020 um loyvi til royndarfiskiskap við seinni broytingum, ásett nærri reglur um mannagongdir og treytir í umsitingini av royndarloyvum.
Loyvi kann verða latið til verkætlanir í samanlagt fimm ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn. Árliga loyvið kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum hava verið hildnar.
Nýggja kunngerðin frá 14. feb. 2020 kann lesast her og broyting frá 24. juli 2020 í kunngerð her.
Umsøkjarar skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn á nýggjum serligum oyðiblaði, sum er tøkt á heimasíðu Fiskivinnu- og samferðslumálaráðsins. Oyðiblaðið fæst við at trýsta her.
Til ber altíð at seta seg í samband við Símun Grønadal, fulltrúa og samskipara, um ivamál eru í samband við umsóknirnar. Fartlf. +298 222258 – ella teldupost simun.gronadal@fisk.fo