Fiskivinnuroyndir

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk. Játtanin í 2020 var 6,5 milliónir krónir og verður væntandi tað sama fyri 2021. Árliga eru um 15 til 25 verkætlanir í skipanini hjá Fiskivinnuroyndum.

Játtanin í 2020 var 6,5 milliónir krónir og verður væntandi tað sama fyri 2021.