Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.
Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 20. januar 2023.
Fiskimálaráðið fekk 7 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans var søkt um 16.800 tons.
Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 4 av teimum 7 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Av játtaðu umsóknunum eru 2 til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.
2 umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum.
Ikki játtaðar umsóknir vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.
Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.
Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2024.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
P/F Vestmanna Fiskavirki, 1.500 tons
P/F Faroe Marine Products, 2.500 tons
P/F Netastovan, 1.500 tons
Sp/F Gráastein, 1.500 tons